Fýra føroysk uppsjóvarskip hava seinastu dagarnar fiskað nærum 8.000 tons av norðhavssild í norskum sjógvi.
Fiskiskapurin hevur verið sera góður, og skipini hava ligið uttanfyri 12 fjórðinga markið norðanfyri Tromsø.
Fagraberg, Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu og Gøtunes hava øll verið í norskum sjógvi, nú sildin fer at ferðast vestur- og suðureftir.
Sildin stendur inni á norskum firðum um veturin, og norsk skip fiska nógv við nót inni á firðum og sundum bæði við størri skipum og smærri bátum.
Fagraberg var tað fyrsta skipið at raka við sildina og hevur landað 1.585 tons. Finnur Fríði hevði 1.920 tons, og Tróndur í Gøtu hevði 1.615 tons. Hesi trý skipini landa í Noregi.
Gøtunes hevði størstu lastina við 2.650 tonsum, sum skal landast á Tvøroyri.
Tilsamans hava skipini fiskað 7.770 tons, og tað hevur tikið umleið eitt samdøgur ella styttri at fiska, áðrenn skipini eru farin inn at landa.
Í løtuni eru Tummas T og Ango á hesi leiðini, meðan Birita er skamt haðani. Jupiter, Christian í Grótinum og Katrin Jóhanna hava lagt frá landi í dag.
Langt er at sigla, og tað tekur 2-3 samdøgur at koma á fiskileið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



