Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
Politikkur

Mentamálaráðið: Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur tikið avgerð um, at Sernám frá 1. juni 2026 verður ein deild í Undirvísingarstýrinum. Harvið verður fyribilsskipanin, sum hevur verið galdandi síðani 1. september 2025, varandi.

Endamálið við bygnaðarbroytingini er at skapa størri samanhang millum sernámsfrøðiliga virksemið og undirvísingarøkið sum heild – serliga innan fólkaskúlan, har nógv av virkseminum hjá Sernámi er. Samstundis verður eisini arbeitt fyri góðum samstarvi við dagstovnaøkið og miðnámsøkið, sum bæði fáa ráðgeving frá Sernámi.

Í nýggja bygnaðinum verður Sernám ein faklig deild í Undirvísingarstýrinum við ábyrgd av sernámsfrøðiligari ráðgeving, fakligari menning og samstarvi við dagstovnar, skúlar og onnur tilboð. Dentur verður lagdur á at styrkja inklusjón og fyribyrgjandi arbeiði.

Samtíðis er hædd tikið fyri at tryggja gott og skipað samstarv við Nám á teimum økjum, har fakligur samanhangur er, millum annað innan námsætlanir, eftirútbúgving og menning av undirvísingartilfari.

Undirvísingarstýrið fer nú at søkja eftir deildarleiðara til Sernám. Ætlanin er, at viðkomandi byrjar í starvinum 1. august 2026.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #