“...Hampuliga góð sannlíkindi eru fyri, at tað liggja fleiri hundrað milliónir tunnur av olju á føroyska-bretska markinum og beint okkaru megin markið”.
Soleiðis ljóðaði í útvarpstíðindini á døgurða í dag.
Nógv tey seinastu árini havi eg fleiri ferðir verið frammi og víst á tað alneyðuga í, at vit aftur seta gongd á oljuleiting í føroyskum øki.
Tað sýnist nú, tíbetur, sum at fleiri og fleiri, bæði innan og uttan fyri Løgtingið, eru samd við mær í hesum. Hetta er eisini upp á tíðina. Tí nú mugu vit gera skjótt av og handla.
Jarðfeingi og Orkan.fo eiga annars eina stóra tøkk fyri teirra ágrýtni og megnar arbeiði gjøgnum árini.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



