Pf. Sælingahella í Havn keypti í 1946 trolaran Hawthorn frá bretska herflotanum og nevndi hann Havborgina. Hann var 359 tons brutto og hevði 510 hesta guvumaskinu. Niels Olsen, Niels í Skúvoy, var ein av skiparunum, Dia á Vertshúsinum annar.
Í 1952 keypti Sjóvinnubankin trolaran úr Føroya fútarætti og seldi hann til pf. Højgaard & Dahl á Toftum. Havborgin hevði hereftir nummarið FD 301.
Hans Petur Højgaard í Brekkum á Toftum førdi Havborgina árini 1952-56 og 1958-63. Síðani tók Andrias Magnussen av Nesi, Andy, við sum skipari. Tá ið Andy í 1965 gavst at føra trolaran, tók Derhard Olsen úr Rituvík við sum skipari og førdi hann í fleiri ár.
Í 1958 varð Havborgin umbygd til motortrolara á Hatlø Verksted í Ulsteinsvik í Noregi. Nýggi motorurin var 840 hesta alfa diesel. Báturin varð eisini innilokaður har afturi í bagborð. Aftaná umbygging varð hann máldur til 429 tons brutto.
Heimildarmaður, sum sigldi við Havborgini í mong ár, sigur, at teir eitt várið í sekstiárunum rýmdu undan Íslandi yvir til Nýfundlands, har teir fingu túrin inn í St. Lawrence flógvanum. Seinni vóru teir aftur í Nýfundlandi, men fóru tá beinleiðis yvir, legði hann aftrat.
Havborgin, ið fermdi 290 tons av saltfiski væl stúvað, royndi eisini eystanfyri og í Grønlandi. Hon var á saltfiskaveiði til á heysti 1968, tá ið lagt varð um til ídnaðarveiði.
Heystið 1973 keypti partsreiðaríið Havborgin í Rituvík Havborgina. Nýggju eigararnir hildu fram við ídnaðarveiði, og tá ið trolarin loksins gavst at fiska, skrivaði Dagblaðið 6. november 1981:
”Við Havborgini, sum er elsti trolari í Føroyum, er eitt brot úr føroyskum fiskiskapi farið í søguna. Havborgin var tann seinasti av sokallaðu koltrolarunum. Seinasti, ið fór undan henni, var Hólmur, sum var umbygdur til farmaskip.
Nú, Havborgin oman á elli hevði fingið maskinskaða, varð avgjørt at leggja hana med alla. Havborgin varð bygd í 1929 og varð sjósett í 1930. Síðani seinast í 60-árunum hevur hon roynt eftir ídnaðarfiski, til nú í seinastuni hon hevur samtrolað við Koralfisk. Koralfisk hevur nú fingið sær nýggjan samtrolara í Vónini.
Havborgin lastaði um 300 tons av ídnaðarfiski, og munnu mong skip fána við síðuna av samlaðu nøgdini, hetta gamla og trúgva skip hevur borið at landi. Havborgin liggur nú í Hanstholm, haðani hon fyrsta dagin verður send til upphøggingar.”
Havborgin varð strikað úr skipaskrásetingini 28. januar 1982.
Her fer Havborgin FD 301 av Havnini. Toftamenn lótu koltrolaran umbyggja til sonevndan motortrolara í Noregi. Mynd: Eddi Leyni.
Óli Olsen skrivar siðsøguligu greinarnar um skip á VP
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



