Herfyri umrøddu vit í stuttum skiparan og slóðbrótaran Niklas á Trappuni úr Havn, sum í 1882 doyði umborð á skipi sínum Sprite, meðan teir vóru til fiskiskap undir Íslandi.
Pól Niklái Danielsen úr Nólsoy, sum búsettist inni í Heiðunum við Skálafjørðin, var bestimaður hjá Niklasi, men hevði ikki lært tá, og tí fingu teir sær lærdan skipara at føra skipið heim til Føroya. Hetta var íslendingurin Matthías Þórðarson (1853-1919).
Matthías fór ungur út at sigla og tók í 1877 hægsta siglingarprógv í Bogø í Danmark. Í 1882 er hann so heima aftur, tí tá er tað, at hann verður biðin um at føra Sprite til Føroya.
Matthías førdi sluppina seinna íslandstúrin eisini og árið eftir sluppina Frisk hjá Vilhelmi Mohr úr Hoyvík. Í 1884 keypti hann skipið frá Vilhelmi og fór til Íslands við tí.
Vetrarnar 1882-83 og 1883-84 búði Matthías Þórðarson í Havn, og hesa tíðina helt hann skiparaskúla í Bauers húsum við Rættará. Av monnum, sum lærdu hjá honum, nevna vit Jens Jensen í Skrivarastovu, Jens Dam og Christian Christiansen í Dali, best kendur undir navninum Loðsurin.
Tá ið Matthías kom aftur til Íslands, búsettist hann á Ísafirði, seldi Frisk á uppboði og fór at hava skiparaskúla heima hjá sær sjálvum um veturin.
Í 1888 flutti hann til Kanada við húski og festi búgv í býnum Selkirk. Við starvsheitinum ”Examiner of Masters and Mates” var hann próvdómari í siglingarfrøði hjá skiparum á stóru vøtnunum. Matthías var verandi í Selkirk ævina út.
Á myndini situr Matthías Þórðarson millum tvær døtur sínar. Mynd: Johann Hinriksson, Ísafirði.
Óli Olsen skrivar siðsøguligar greinar á VP
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



