Næsta uppgávan hjá Eyðuni Klakstein og toyminum verður venjingardystur móti Singapor hósdagin 26. mars - Mynd: Hans Erik Danielsen
Næsta uppgávan hjá Eyðuni Klakstein og toyminum verður venjingardystur móti Singapor hósdagin 26. mars - Mynd: Hans Erik Danielsen
FSF: Tvær sera spennandi og áhugaverdar landsliðsuppgávur liggja í kortinum, tá A-landsliðið við monnum í mars mánað fer á venjingarlegu í Dubai í Sameindu Emirríkjunum. Umframt venjingar, verða tveir venjingardystir eisini á skránni.
Tann fyrri verður hósdagin 26. mars ímóti Singapor, sum á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA er nummar 148. Seinni venjingardysturin verður spældur mánadagin 30. mars, og tá verður tað ímóti Sameindu Emirríkjunum, sum eru nummar 68 á FIFA listanum.
Venjingarlegan í Sameindu Emirríkjunum er týðandi partur av fyrireikingunum til UEFA Nations League 2026-2027, sum verður spælt í heyst. Lutakastið til UEFA Nations League verður í Brússel í næstu viku, hósdagin 12. februar.
Í juni verða aftur tveir venjingardystir á skránni, men hvørji mótstøðulondini vera, er ikki komið uppá pláss enn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



