Íverksetarahúsið: Finalan í SkúlaFM 2026 var í dag hildin í Dansifrøi í Havn, har næmingar úr framhaldsdeildum kring landið kappaðust við sínum íverksetarahugskotum. SkúlaFM er árliga íverksetarakappingin fyri næmingar í framhaldsdeild, sum Íverksetarahúsið skipar fyri, og hevur til endamáls at menna íverksetarahugsan og skapandi evni hjá næmingum.
Støðið var óvanliga høgt í ár, og dómararnir løgdu dent á, at tað var torført at velja millum verkætlanirnar. Tey vóru samd um, at nógv av hugskotunum hava veruligt potentiali at verða førd út í lívið, og at støðið tykist at hækka fyri hvørt ár.
Vinnarin av SkúlaFM 2026 gjørdist Sjógló úr Eysturskúlanum
Verkætlanin sameinir nýskapan, burðardygd og føroyskt tilfeingi. Hugskotið er at gagnnýta føroyska rávøru og menna hana til eina nýggja vøru við hægri virði. Hetta er ein umhvørvistilvitað loysn, sum samstundis kann styrkja føroyska vinnu við at gagnnýta tilfeingi, sum annars ofta ikki verður brúkt til fulnar.
Dómararnir vóru serliga hugtiknir av, hvussu nógv arbeiði bólkurin hevði lagt í verkætlanina.
Næmingarnir hava tosað við serfrøðingar, fyritøkur og stovnar og eisini framleitt eina væl gjøgnumhugsaða prototypu í flottum sniði. Verkætlanin hevði eina væl útgreinaða fíggjarætlan og realistiskar ætlanir fyri bæði framleiðslu og marknaðarføring – eisini uttan fyri Føroyar.
Samlað mettu dómararnir, at talan er um eina væl gjøgnumførda verkætlan við góðum hugskoti, realistiskum samstarvum og stórum potentiali.
Nummar tvey gjørdist OFFline frá Skúlatrøð
Verkætlanin byggir á eitt einfalt og skilagott hugskot: at fáa familjur og vinir at vera meira saman uttan skíggjar. Hugskotið er sera tíðarhóskandi í ljósi av kjakinum um skíggjanýtslu hjá børnum og ungum.
Bólkurin hevði gjørt eina góða marknaðarkanning, arbeitt væl við málbólkinum og fingið undirskrivaða keypsavtalu. Verkætlanin hevði eina væl skipaða uppgávu, realistiska framleiðsluætlan og eina flotta prototypu, sum er klár til framleiðslu.
Nummar trý gjørdist Lumi Lit frá Skúlatrøð
Henda verkætlanin snýr seg um ein praktiskan lesiring við ljósi, sum kann brúkast til lesing og aðrar aktivitetir, har tørvur er á eyka ljósi. Hugskotið var kreativt og væl gjøgnumhugsað, og bólkurin hevði arbeitt bæði við framleiðslu, marknaðarføring og víðarimenning av vøruni. Eisini hevði bólkurin framleitt eina góða prototypu og skipað samstarv við fyritøkur um framleiðslu og sniðgeving.
Vinnandi bólkurin fær, umframt heiðurin at vinna SkúlaFM, møguleikan at luttaka í DM í íverksetan, sum verður í Kolding 21. apríl.
Betri Banki og Føroya Tele góvu 5.000 kr. hvør til vinnandi bólkin, meðan nummar tvey og trý fingu ávíkavist 1.500 kr. og 1.000 kr.
Í dómsnevndini sótu Britta Joensen frá Betri Banka, Lív Egilsdóttir Olsen frá Føroya Tele, Mathea Hilduberg frá Vinnuframa og Høgni Warberg, fulltrúi í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.
Í ár vóru sjey bólkar í finaluni, og Íverksetarahúsið takkar øllum luttakarum, lærarum og samstarvspørtum fyri ein inspirerandi dag við nógvum góðum hugskotum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



