Innsent: Týsdagin 30. Juni kl. 20, verður forkunnugur leikur framførdur í Losjuni Glotti við Gøtugjógv.
Tað er Meifríð Hansen, sum fer at framføra søgnina um Risan og Kellingina á teknmáli.
Meifríð er tunghoyrd og hóast hon dugir at lesa á munninum og at tosa, er teknmál hennara móðurmál.
Í summar fer Meifríð at luttaka og umboða Føroyar á einum altjóða mentunar festivali fyri deyv í Íslandi.
Luttakarar verða úr øllum heiminum, og framførslur av ymiskum slag eru á skránni. Í hesum sambandi vendi Meifríð sær til Riu Tórgarð, leikstjóra í Teatur Grugg, um at fáa hjálp og vegleiðing til at framføra ein leik. Ein sera spennandi og ørvísi avbjóðing fyri ein leikstjóra, sum vanliga hevur røddina sum sítt arbeiðsamboð.
Í søgnini um Risan og Kellingina, hevur Ísland ein týðandi leiklut, og tí var sjálvsagt at pallseta hana.
Áðrenn farið verður til Íslands, verður ein almenn sýning í Losjuni Glotti í Gøtu, í samstarvi við sjónleikadeildina har.
Meifríð spælir 4 leiklutir á teknmáli. Samstundis er Ria frásøgufólk, soleiðis at tey, ið ikki duga teknmál, kunnu fylgja við.
Endamálið við eini almennari sýning, er at seta sjóneykuna á sjónleik á teknmáli, og at kanna áhugan fyri at seta á stovn eitt sjónleikarafelag fyri deyv.
Aftaná framførsluna verður kaffiprát.
Ria hevur leikstjórnað og lagt handritið til rættis.
Hans Kristian Eyðunsson Hansen hevur sniðgivið plakat og skíggja mynd.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



