Tað er betri at tendra eitt ljós enn at banna myrkrið
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað er betri at tendra eitt ljós enn at banna myrkrið
- Kinesiskt orðatak
Onnur tíðindi

Skúlablaðið: Einki arbeiðspláss, sama hvussu væl fólk trívast, sleppur undan, at fólk onkuntíð eru heima sjúk. Men hvussu nógv og ofta fólk eru burtur frá arbeiði í styttri ella longri tíð, kann vera ábending um, hvussu arbeiðsumhvørvið er. Greitt samband er millum sálarligt arbeiðsumhvørvi og sjúkrafráveru.

- Strongd sæst týðiliga aftur í sjúkradøgum, vit síggja eina nærum trí-fýrfalding, sum er ein ógviliga ítøkiligur kostnaðarfaktorur. Tað er lætt hjá eini og hvørjari leiðslu at hava skil á, hvussu nógvar sjúkradagar fólk hava, og hvat dagarnir kosta. Á nógvum arbeiðsplássum merkir tað, at fyri eitt fólk, sum er sjúkt ella í sjúkrafarloyvi, skal eitt annað fólk setast ístaðin, sigur Heri Joensen. 

Í almennu starvsfólkakanningunum, sum Lóður hevur latið gera fyri fyritøkur og stovnar, sæst greiður munur, tá ið talan er um trýst av ymsum slagi og aldur á fólki. Yngri parturin av arbeiðsmarknaðinum, tey, sum eru yngri enn 45 ár, eru undir størri trýsti enn tey, sum eru eldri enn 45 ár. Hetta sæst eitt nú í spurningum, sum lýsa, hvussu ofta tey eru í støðum, har stórt trýst er.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #