Sum tann, ið tekur í oyrað á hundi, er tann, ið framvið kemur og blandar seg upp í stríð, sum ikki kemur honum við
- Sálomon kongur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Sum tann, ið tekur í oyrað á hundi, er tann, ið framvið kemur og blandar seg upp í stríð, sum ikki kemur honum við
- Sálomon kongur
Politikkur

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi: Sjúrður Skaale fekk í dag handaðan The Jerusalem Prize á stórari samkomu heima hjá ísraelska ambassadørinum í Keypmannahavn.

Talan er um eina heiðursløn, ið verður latin fólki, sum í almenna orðaskiftinum hava vart jødar móti hatri og ágangi, og vart rættin hjá Ísrael at vera til.

Talan er um eina altjóða heiðursløn, har jødiska samfelagið í einum landi innstillar fólk, sum skulu góðkennast av The World Zionist Organisation.

Millum tey, ið áður hava fingið hana, eru topp-politikarar á altjóða pallinum.

Í Danmark hava m.a. sitandi formaður fólkatingsins, Søren Gade, og sosialdemokratiski politikarin Lars Aslan Rasmussen fingið heiðurslønina.

Sjúrður fekk hana fyri í talum, kjakum, greinum og fyrilestrum at hava nuanserað kjakið um Ísrael, og á greiðan hátt víst aftur nógv av teirri propaganda, sum flýtur á sosialu miðlunum, og skapar hatur móti jødum um allan heim.

Í takkartalu síni segði Sjúrður seg vera sera takksaman fyri heiðurin, og legði dent á, at hann hevði fingið hann hóast hann hevur verið sera kritiskur móti Ísrael og enntá kallað ráðharrar í stjórnini í Tel Aviv sera álvarsom ting.

“Eg gjørdi vart við hvat eg havi sagt, tá eg fekk heiðurslønina í boði, og segði meg væl skilja, um tað diskvalifiseraði meg í teirra eygum. At eg nú fái hana kortini, er besta prógvið um, hvørji virði tit byggja á. Tað snýr seg um grundleggjandi rættindi til lív og frið hjá tí einstaka jødanum og hjá ísraelska statinum. Men tað snýr seg ikki um rættin til ikki at verða kritiseraður - og enntá harðliga kritiseraður - í einum livandi og opnum orðaskifti.”

Sjúrður var afturkomin úr Nigeria fáar tímar áðrenn hann skuldi taka ímóti heiðrinum, og var í Irak fyri trimum vikum síðani.

Hann greiddi frá tí ófatliga ágangi, kristin eru fyri í hesum londum - og at jødar eru teirra fyrimynd.

Tí sum hesi fólk, hava jødar altíð verið hataðir. Men fyrr vóru teir hataðir og veikir. Tað førdi til áhaldandi álop, pogrom - og til endans til holocaust.

Men nú eru teir sterkir. Og tað er stórur munur á at verða hataður og veikur og at verða hataður og sterkur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #