Borgarar, sum lata TAKS skeivar ella villleiðandi upplýsingar í sambandi við heilsutrygdargjald, kunnu framyvir verða revsaðir við sekt.
Tað er ásett í eini broyting í heilsutrygdarlógini, sum er kunngjørd í dag og kemur í gildi í morgin.
TAKS hevur longu kravt gjaldið inn fyri Heilsutrygd. Nú verður ábyrgdin og málsviðgerðin av gjaldinum eisini flutt til skattamyndugleikan. Endamálið er, at borgarin fær ein stovn at venda sær til.
Broytingin hevur millum annað týdning fyri fólk, sum hava fingið undantak frá føroyska gjaldinum, tí tey rinda heilsutrygdargjald í øðrum Norðurlandi. Heldur gjaldingin har uppat, skulu tey boða TAKS frá.
TAKS kann krevja vantandi gjald inn, um undantakið er fingið við skeivum upplýsingum ella við at dylja týðandi viðurskifti.
Sjálvt heilsutrygdargjaldið verður ikki broytt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



