Skjótt fara næturnar at leingjast og dagarnir at styttast. Tí í morgin er longsti dagur, tá sólarris sambært Time and Date er klokkan 03.36 og sólin ikki setur fyrr enn klokkan 23.21.
Men fyrst gongur tað sera spakuliga — ofta bara fá sekund ella ein lítlan minutt um dagin. Seinni í juli og serliga í august merkist broytingin nógv meira.
Orsøkin er, at jørðin hellur umleið 23,5 stig. Um summarsólstøðu hellur norðara hálva mest móti sólini, so sólin gongur sín hægsta og longsta boga á himmalinum. Eftir tað byrjar hon, sæð frá okkum, spakuliga at ganga lægri og styttri leið hvønn dag.
Í Føroyum merkja vit hetta serliga væl, tí vit liggja so norðarlaga. Summarnæturnar eru ljósar og stuttar, meðan vetrardagarnir eru stuttir og myrkir. Sambært Time and Date er longsti dagurin í Havn 14 tímar og 37 minuttir longri enn dagurin við vetrarsólstøðu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



