Kærleikin fánar við árunum, men sjálvgóðskan varar við
- Voltaire

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kærleikin fánar við árunum, men sjálvgóðskan varar við
- Voltaire
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52 a í Tingskipanini 
Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður 
Svarari: Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum 
Evni: Føroysk neyðhjálp og menningarsamstarv

Spurningar: 
1. Vil landsstýrismaðurin virka fyri at brúka føroyskar hjálparfelagsskapir og felagsskapir, sum føroyingar virka í, til at veita neyðhjálp og menningarsamstarv kring heimin?  

Viðmerkingar: 
Summi landsstýri hava raðfest at brúka føroyingar, tá ið neyðhjálp og menningarsamstarv skal veitast úr Føroyum, meðan onnur landsstýri hava raðfest at brúka stórar altjóða felagsskapir ella deildir hjá eitt nú ST og ES, sum føroyingar lítlan og ongan leiklut eiga í.  

Við at brúka føroyskar hjálparfelagsskapir og felagsskapir, har nógvir føroyingar eru virknir í ella hava tætt tilknýti til, so er landsstýrið aktivt við til at menna “føroyska neyðhjálp” og at senda “føroyskar ambassadørar” kring allan heimin at umboða okkara tjóð. 

Á Løgtingi, 17. juni 2026 
Steffan Klein Poulsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #