Ynskir kunnu føða tankar
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ynskir kunnu føða tankar
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Fyrrverandi stápsstjórin hjá Barack Obama, Rahm Emanuel, heldur, at Donald Trump, forseti, hevur fingið eina persiska áminning.

- Meðan forsetin heldur, at hann hevur skrivað eina bók, sum eitur "The Art of The Deal", so fara iranar at geva honum eina áminning - eina persiska áminning í samráðingarlist. Og hann varð júst settur so dyggiliga uppá pláss, heilt ótrúligt.

Demokraturin Rahm Emanuel, fyrrverandi stápsstjóri hjá Barack Obama er alt annað enn hugtikin av vápnahvíldaravtaluni millum USA og Iran.

Hann heldur, at iranska stjórnin var veik, áðrenn USA byrjaði síni álop í februar. Búskapurin var í sori, og spenningar vóru innanhýsis. Kríggið hevur aftur víst, at Iran ikki bara yvirlivdi amerikansk álop, men eisini megnaði at gera ónáðir á heimsbúskapin við at steingja Hormuzsundið.

- Hetta er tann ringasta amerikanska trygdarkreppan, eg nakrantíð havi sæð - og tað er hørð kapping um tað heitið, sigur Emanuel.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #