Eg eri øvundsjúkur inn á kettuna hjá mær sum altíð er í løtuni, meðan eg, sum tey flestu, oftast eri í fortíðini ella framtíðini. Men eg royni at læra av henni
- Edward Fuglø

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg eri øvundsjúkur inn á kettuna hjá mær sum altíð er í løtuni, meðan eg, sum tey flestu, oftast eri í fortíðini ella framtíðini. Men eg royni at læra av henni
- Edward Fuglø
Vinna

Vinnuhúsið: Frá 1. januar 2026 er ein nýggj broyting komin í gildi í sjúkradagpeningalógini.

Við broytingini fáa smærri privatir arbeiðsgevarar møguleika at fáa endurgoldið ein part av lønarútreiðslunum, tá ið ein starvsmaður hevur verið sjúkur í meira enn fýra vikur. Arbeiðsgevarin rindar sjálvur fyri fyrstu fýra vikurnar.

Endurgjaldið fylgir somu reglum sum aðrar dagpeningaveitingar og kann verða upp til 80% av arbeiðaraløn sambært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.

Hvør kann fáa endurgjald?
Skipanin er ætlað smærri vinnurekandi. Tað vil siga fyritøkum, sum:

  • Hava samlaðar lønarútreiðslur upp til 4 mió. kr. sambært síðsta álíknaða inntøkuári

    • Hugtakið “samlaðar lønarútreiðslur” skal skiljast breitt og fevnir bæði um løn og lønargjøld so sum eftirløn, frítíðarløn, barsilsgjald, ALS-gjald, arbeiðsmarknaðareftirlønargjald, vinnusjúkugjald og tryggingargjald

    • Løn til stjórar og samsýning til nevnd skal eisini roknast við í samlaðu lønarútreiðslunum

  • Hava starvsfólk sett sambært starvsmannalógini

  • Eru privatir arbeiðsgevarar

Umsóknarblað, saman við kunning um treytir og krav til skjalprógv, er at finna á heimasíðuni hjá Almannaverkinum her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #