Fiskamarknaður Føroya: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer væntandi avstað í vikuskiftinum. Eitt frystilínuskip er við Ísland, seks eru á Flemish Kap og fýra eru við Føroyar.
Streymurin verður góður og veðrið verður hampuligt tað mesta av vikuni, so vit vænta nakað av útróðið.
Tríggir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva og koma væntandi allir at landa í vikuni. Ein er vestanfyri, hann landar væntandi síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku.
Fýra pør eru til fiskarí og fiska upsa og annan hvítfisk. Tey flestu landa í vikuni. Hini pørini fara avstað í vikuskiftinum Eitt par fiskar gulllaks.
Tveir trolbátar eru á landleiðini og fiska mest flatfisk og tosk. Báðir landa í vikuni. Ein er á Íslandsrygginum. Eisini hann landar í vikuni. Hinir fara helst út í vikuskiftinum.
Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríið er smáligt. Allir landa í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



