Í næstum verða amerikanska Christina Koch og tríggir aðrir astronautar sendir á tíggju daga ferð til Mánan undir navninum Artemis 2 – fyrsta mannaða mánamissjónin í yvir 50 ár.
Og tá hon trínur inn í Orion-rúmdarfarið hjá NASA, sum eftir ætlan skal sendast upp í kvøld klokkan 23:24 okkara tíð, verður tað eitt lítið fet hjá henni. Men eitt risastig fyri javnstøðu.
Christina Koch verður fyrsta kvinnan nakrantíð, sum fer at ferðast heilt til Mánan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



