Sum tann, ið tekur í oyrað á hundi, er tann, ið framvið kemur og blandar seg upp í stríð, sum ikki kemur honum við
- Sálomon kongur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Sum tann, ið tekur í oyrað á hundi, er tann, ið framvið kemur og blandar seg upp í stríð, sum ikki kemur honum við
- Sálomon kongur
Skúli

TSK: Fríggjadagin 19. juni kundu 34 lærlingar á maskin-, timbur- og el-deildunum á Tekniska Skúla umsíðir hátíðarhalda, at teir høvdu staðið sveinaroyndina. Harumframt fingu tveir næmingar á Matvørubreytini, Mogens Højsted og Pætur Reinert, handað prógv. Teir báðir eru fyrstu næmingarnir, sum hava tikið fulla kokkaútbúgving í føroysku útbúgvingarskipanini.

Eftir nógvar vikur við drúgvum arbeiði, teori og praksis, kundu 34 lærlingar umsíðir taka ímóti sveinaprógvunum frá skúlastjóranum. Hetta varð heiðrað við røðu frá Bárði á Lakjuni, landstýrismanni í mentamálum, felagssangi og góðum mati.

Nú er bert lærutíðin eftir hjá teimum flestu, og kunnu teir tá trína út í arbeiðslívið sum yrkislærdir handverkarar.

TSK ynskir sveinunum hjartaliga tillukku við prógvunum og blíðan byr í kokkayrkinum framyvir.

Myndir frá hátíðarløtuni kunnu síggjast á Facebook-vanganum hjá skúlanum, ið eitur TSK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #