Dyppi & vælverufestivalurin: Í døgunum 25.–27. september 2026 verður Sørvágur karmur um ein serstakan dyppi og vælverufestival, har felagsskapur, náttúra og vælvera ganga hond í hond.
Festivalurin er fyri øll, ið hava hug at royna kalda vatnið, njóta hitan, rørslu, tónleik og hugnaligar løtur saman. Dyppi og vælverufestivalurin í Sørvági er ein møguleiki at steðga á, styrkja kropp og sinn og vera saman í einum jaligum og upplyftandi felagsskapi.
Festivalurin verður á Dungasandi uttanfyri dansistovuna og fótbóltsvøllin.
Her verða ymisk kaltvatnskør, sauna, saunagos, ymiskar verkstovur við eitt nú yoga og andadráttsvenjingum. Sølubásar við mati, kaffi/te, møguleiki at keypa andlitsmaskur, ymiskt til kroppin, massagu og cupping-viðgerðir.
- Vit byrja festivalin við upphiting og eini felagsdypping á Breiðá. Skipað verður fyri m.a. gongutúrum, bindihugna, live tónleiki, og leygarkvøldið endar festivalurin við eini hugnaløtu.
- Ætlanin er at skipa økið soleiðis, at møguleiki verður at koma við kampingvogni og njóta alt vikuskiftið á økinum, siga Nencia Thomassen & Maria Samson.
Meira kunning um festivalin kemur seinni.
Til ber at fylgja við á Facebook: Dyppi & vælverufestivalurin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



