Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Mítt tastatur

Í álitinum frá Trivnaðarnevd Løgtingsins í málinum um at hækka pensjónsaldurin stendur, at meirilutin í nevndini (andstøðuumboðini) mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Ein minniluti (tvey samgonguumboð) mæla til at samtykkja uppskotið, men so er eisini ein annar minniluti (Liljan Weihe úr Tjóðveldi), sum tekur støðu í tingsalinum.

Hví tekur Liljan Weihe ikki støðu fyrr enn hon situr í tingsalinum? kann onkur spyrja.

Hvat er tað, sum er so ringt at taka støðu til?

Einki er meira vist enn at Liljan Weihe hevur langt síðani tikið støðu til pensjónsmálið, men har hongur eitt annað mál uppií.

Framsókn vil hava pensjónsaldurin hægri, men tað vilja Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi ikki.

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi vilja hava ein Suðuroyartunnil, men tað vil Framsókn ikki.

Og so verða tvey og tvey løgd saman, og vit fáa ein Suðuroyartunnil og hægri pensjónsaldur.

Tað er avtalan í samgonguni.

Liljan Weihe og Erling Eidesgaard hava verið sera misnøgd við viðgerðina av Suðuroyartunlinum, men tað fáa tey einki gjørt við.

Um tey atkvøða ímóti, so verður málið kortini samtykt, tí nógv úr andstøðuni atkvøða fyri tunlinum.  

Við pensjónsaldrinum er støðan ein onnur, tí har er øll andstøðan ímóti, og tí fellir málið um tvey úr samgonguni atkvøða ímóti.

Og fellir tað málið, so er semjan í samgonguni burtur, og harvið kann Suðuroyartunnilin eisini detta á gólvið.

Tá Liljan skrivar í álitinum, at hon tekur støðu í tingsalinum, so er tað í roynd og veru ikki tí at hon ivast í pensjónsmálinum, men tað er harafturímóti fyri at steðga Suðuroyartunlinum.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #