Baltic Cup fyri tveimum árum síðani. Petur Knudsen stríðist frammanfyri lettlendska málið - Mynd: Hans Erik Danielsen
Baltic Cup fyri tveimum árum síðani. Petur Knudsen stríðist frammanfyri lettlendska málið - Mynd: Hans Erik Danielsen
FSF: Fyrst Estland, og síðani annaðhvørt Lettland ella Litava verða føroysku mótstøðulondini, tá A-landsliðið við monnum í juni mánað skal spæla tveir altjóða skrásettar landsdystir.
Eins og fyri tveimum árum síðani fer manslandsliðið aftur í ár at taka lut í Baltic Cup, ið er ein fýralandakapping millum tey trý baltisku londini, Estland, Lettland og Litava, umframt eitt gestaland, sum í ár eru Føroyar.
Kappingin verður skipað sum tvær hálvfinalur, og síðani eru finalan og dysturin um 3. plássið á skránni. Hálvfinalurnar verða spældar leygardagin 6. juni. Estland og Føroyar spæla í Pärnu, meðan Litava og Lettland hittast í Kaunas. Finalan og dysturin um 3. plássið vera týsdagin 9. juni.
Næst eftir Baltic Cup 2026 er UEFA Nations League, sum verður í heyst. Føroyar eru í bólki C3, saman við Kasakstan, Slovakia og Moldova.
Les eisini: Byrja á heimavølli móti Kasakstan
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



