Svar uppá skrivligan fyrispurning eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Beinir Johannesen, løgtingsmanni, um skipan av almennum byggiverkætlanum
Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Verður gjørd ein nýggj skipan fyri almennar byggiverkætlanir?
2. Um ja, nær verður hetta sett í verk?
Svar til spurning 1 og 2:
Eg eri samdur við Løgtingsgranskoðarunum og spyrjaranum um, at verandi skipan fyri byggiverkætlanum ikki hevur virkað nóg væl og haldi eisini, at tað er sera umráðandi, at ábyrgdarbýtið í sambandi við byggiverkætlanir er greitt.
Í tráð við løgtingssamtyktina (LM 99/2022) setti eg í 2023 gongd á arbeiðið at endurskoða skipanina av almennum byggiverkætlanum.
14 ymiskir partar bæði innan almennu skipanirnar og privatu vinnuna, sum onkurs vegna hava fingist við stórar ella minni byggiverkætlanir, fingu høvi at koma við sínum sjónarmiðum og tilmælum.
Niðurstøðurnar frá hoyringarpørtunum vóru ikki eintýddar í mun til spurningin um at varðveita verandi skipan við dagføringum ella at ábyrgdin fyri einstøku byggiverkætlanunum verður løgd til einstøku stjórnarráðini.
Hoyringarpartarnir vístu á týdningin av øðrum viðurskiftum, so sum byggifakliga vitan, fatanin av Landsverk og hvør stýrir verkætlanunum.
Spurningurin um, hvussu almennar byggiverkætlanir skulu skipast í Føroyum er størri enn eitt samgongu andstøðu mál, og møguligar loysnir eiga at vera haldførar soleiðis, at broytingar ikki verða framdar alt eftir, hvør flokkur umsitur málsøkið.
Eg valdi tí at seta ein politiskan fylgibólk við umboðum úr øllum flokkum í Løgtinginum at fylgja arbeiðinum við at endurskoða almennar byggiverkætlanir.
Semja er í politiska fylgibólkinum um, at tørvur er á at gera broytingar, tá tað snýr seg um almennar byggiverkætlanir, men semja er ikki um, hvørjar broytingar skulu gerast.
Onkur er av teirri áskoðan, at byggiharraleikluturin eigur at vera desentraliseraður, soleiðis, at samlaða ábyrgdin verður løgd til hvørt einstakt stjórnarráð, sum eigur byggiverkætlanina.
Onnur halda, at verandi skipan við Landsverk sum byggiharra skal halda fram, men at neyðugar tillagingar skulu gerast, og at uppgávurnar hjá Landsverk í størri mun skulu avmarkast.
Enn vantar endaliga avgerðin um, hvussu almennar byggiverkætlanir skulu skipast framyvir.
Eg kann tó upplýsa spyrjaran um, at tað framhaldandi verður arbeitt við nýggjari skipan fyri almennar byggiverkætlanir.
Eg havi fingið upplýst frá landsstýriskvinnuni við fíggjarmálum, at síðsta hond verður løgd á rundskriv um byggiverkætlanir.
Í rundskrivinum verður greitt, hvørjar uppgávur og heimildir ymsu partarnir í byggiverkætlanum hava, og hvussu ábyrgdarbýtið er millum partarnar í byggiverkætlanum.
Í rundskrivinum er eisini heimild fyri at skipa byggiverkætlanir á øðrvísi hátt og at gera undantøk ella frávik frá rundskrivinum. Eitt nú fyri at avmarka váðan ella kostnaðin ella um ávísar byggiverkætlanir kunnu leggjast til rættis á ein betri hátt, ið er meira hóskandi.
Sjálvur síggi eg fyrimunir í, at skipanin – og møguliga eisini rundskrivið – letur upp fyri, at einstøk aðalráð kunnu hava ábyrgd av størri byggiverkætlanum. Neyðugt er tá at hava greiðar mannagongdir og haldgóða verkætlanarstýring. Hetta kann m.a. fevna um uttanhýsis byggiharra ráðgeving, soleiðis at ymiskar loysnir verða royndar og fleiri royndir og førleikar savnaðir yvir tíð.
Arbeiðið hevur víst, at tað hevur verið trupult at røkka semju um eina einstaka loysn, bæði millum hoyringarpartar og í politiska fylgibólkinum. Áðrenn rundskrivið verður lýst, fari eg tí at kalla politiska fylgibólkin saman aftur, og taka spurningin upp av nýggjum, soleiðis at politisku sjónarmiðini verða endaliga umrødd, áðrenn víðari stig verða tikin.
Í Tinganesi, 6. februar 2026
Aksel V. Johannesen
løgmaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



