Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingskvinna
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Inntøkur av vaksandi ferðavinnu
Spurningar:
1. Hvørjar samlaðar inntøkur eru komnar í landskassan frá vinnurekandi við færri enn 15 starvsfólkum seinastu 5 árini, og hvussu stórur partur av hesum stavar frá smærri vinnurekandi í ferðavinnuni, so vítt gjørligt sundurgreinað á skattir, avgjøld og onnur gjøld?
2. Hvør hevur menningin av inntøkum frá ferðavinnuni verið seinastu 5 árini, og hvørja ávirkan metir landsstýriskvinnan, at lógin um burðardygga ferðavinnu hevur havt í hesum sambandi?
Viðmerkingar:
Seinastu árini hevur ein alsamt vaksandi partur av vinnulívinum í Føroyum verið skipaður sum smærri vinnurekandi við færri enn 15 starvsfólkum. Hetta sæst serliga innan ferðavinnuna, har nógv nýggj og smærri virksemi eru komin aftrat, bæði innan gisting, upplivingar, flutning og tænastur.
Í hesum sambandi er áhugavert at fáa greiðu á, hvørjar inntøkur hesir smærru vinnurekandi lata landskassanum, og hvussu hesar inntøkur hava ment seg við tíðini.
Serligur áhugi er fyri menningini seinastu 5 árini, tá ið ferðavinnan hevur verið í broyting, og har lógin um burðardygga ferðavinnu varð samtykt við endamáli at skipa og stýra menningini í vinnuni.
Á Løgtingi, 10. februar 2026
Eyðdis Hartmann Niclasen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



