At kenna seg eydnuríkan uttan at vita hví ... tað man vera ein hin reinasta gleðin
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

At kenna seg eydnuríkan uttan at vita hví ... tað man vera ein hin reinasta gleðin
- úr Børkuvísum
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari:  Sámal Petur í Grund, løgtingsmaður 
Svarari:  Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum 
Evni: Striking av allari mótrokning av arbeiðsinntøku hjá fólkapensjónistum

Spurningar:   
1. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at leggja fram lógaruppskot, sum strikar alla mótrokning av arbeiðsinntøku hjá fólkapensjónistum – soleiðis at tað altíð loysir seg at arbeiða, eisini eftir pensjónsaldur?

2. Um ja: nær væntar landsstýriskvinnan, at Løgtingið fær eitt slíkt uppskot til viðgerðar?

3. Um nei: hvørjar eru høvuðsorsøkirnar til, at landsstýriskvinnan ikki vil strika mótrokningina, hóast tað er staðfest, at arbeiðandi pensjónistar eru ein virðismikil arbeiðsmegi og eitt týðandi íkast til samfelagið?

4. Hevur landsstýriskvinnan gjørt nakrar metingar av, hvussu nógv fleiri pensjónistar væntast at arbeiða, um mótrokningin verður tikin burtur, og hvørjar fíggjarligar avleiðingar hetta hevði havt fyri landskassan – bæði í brutto kostnaði og netto virknaði?

5. Hevur landsstýriskvinnan kannað royndirnar í øðrum londum, eitt nú Danmark, har mótrokning av arbeiðsinntøku hjá pensjónistum er tikin av, og hvørjar niðurstøður eru gjørdar um arbeiðsvirkni, heilsu og trivnað hjá eldri borgarum?

Viðmerkingar: 
Í dag verða pensjónistar, sum velja at arbeiða, framvegis mótroknaðir í pensjónini. Er hetta ikki ein vanvirðilig skipan, sum bæði revsar arbeiðsvirkni og ger tað minni lokkandi hjá eldri borgarum at brúka sínar førleikar og arbeiðsorku?

Eru pensjónistar ikki ein virðismikil arbeiðsmegi, serstakliga í einum samfelagi sum okkara, har arbeiðsmegin er avmarkað, og tørvurin á royndum starvsfólki er vaksandi? Eigur tað ikki hjá landsstýriskvinnuni at vera ein greið politisk stevna, at tað altíð skal loysa seg at arbeiða, eisini eftir at fólk hava rokkið pensjónsaldri?

Ein avtøka av mótrokningin hjá pensjónistum hevði:  
•  styrkt arbeiðsmarknaðin 
•  økt skattainntøkurnar 
•  betrað um trivnað og sjálvbjargni hjá eldri borgarum 
•  givið samfelagnum størri gagn av førleikum, ið annars fara fyri skeytið

Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 22. juni 2026 
Sámal Petur í Grund

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #