Tú lærir lítið av at lurta eftir tær sjálvum
- George Clooney

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú lærir lítið av at lurta eftir tær sjálvum
- George Clooney

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Bjørt Lind, løgtingskvinna 
Svarari: Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum 
Evni: Seksualundirvísing á miðnámi

Spurningar:   
1. Hvussu nógvar tímar í seksualundirvísing um árið fáa ung á miðnámi frá Gigni, síðani nýggja skipanin varð sett í verk í 2024?

2. Hvørjir miðnamsskúlar hava fingið seksualundirvísing frá Gigni hesi síðstu tvey árini, og hvussu nógvir næmingar hava verið fevndir av undirvísingini?  

3. Er ætlanina at eftirmeta skipanina við seksualundirvísingini á miðnámi, og nær kann ein slík eftirmeting væntast?  

Viðmerkingar: 
Í 2024 tók táverandi landsstýrismaður avgerð um, at øll ung á miðnámi skulu fáa seksalundirvísing. Í fyrstu syftu skuldu 1. árs næmingar raðfestast.  

Gigni fekk ábyrgdina av uppávuni, og játtanin til stovnin varð økt við 500.000 kr. til at fremja átakið. Hetta svarar til umleið tvey hálvtíðarstørv.  

Nú fer  triðja skúlaárið í gongd, síðani skipanin varð sett í verk. Seksualundirvísing handlar um alt frá kroppi til kenslur, sex og samtykki, mørk og fyribyrging. Góð seksualundirvísing kann m.a. ávirka, at seksuelli debutaldurin hækkar, at ung eru betri at nýta fyribyrging, og at ung eru betur før fyri at seta mørk og spyrja um samtykki.

Í Danmark varð í 2023 ásett við lóg, at seksualundirvísing skal vera partur av undirvísingini á øllum miðnámsskúlum. Í Føroyum er eingin samsvarandi lógaráseting galdandi fyri miðnámsskúlarnar.

Tí er viðkomandi at fáa greiðu á, hvussu nógv undirvísing er framd, hvussu nógv ung eru fevnd av skipanini, og hvørjar ætlanir eru um at eftirmeta arbeiðið. 

Á Løgtingi, 19. juni 2026 
Bjørt Lind 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #