Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Vitlíki og effektivisering
Spurningar:
1. Í hvønn mun verður vitlíki brúkt til at loysa uppgávur hjá tí almenna í dag?
2. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at virka fyri, at vitlíki verður brúkt hjá tí almenna komandi fimm árini?
3. Hvussu fer landsstýrismaðurin at virka fyri, at vit ikki brúka óneyðuga starvsfólkaorku hjá tí almenna uppá uppgávur, sum vitlíki kann loysa?
Viðmerkingar:
Vitlíki er longu ein partur av gerandisdegnum hjá nógvum føroyingum bæði privat og til arbeiðis. Vitlíki er tó framvegis í rúkandi menning og kann við tíðini loysa fleiri og fleiri uppgávur.
Vitlíki er væl egnað til at loysa afturvendandi standard uppgávur sera effektivt samanborið við, um eitt starvsfólk skal loysa eina tílíka uppgávu manuelt. Tað skuldi tí verið møguligt at leysgivið starvsfólkaorku, sum antin kann verða spard burtur í almenna rakstrinum ella flutt í annað starvspláss, sum vitlíki ikki fær loyst.
Starvsfólkatrotið er stórt og tí er neyðugt, at føroyska samfelagið áhaldandi verður effektiviserað, soleiðis at vit eru kappingarfør og fáa veitt tær neyðugu vælferðartænasturnar.
Á Løgtingi, 17. juni 2026
Steffan Klein Poulsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



