Vit eru stødd á Gran Canaria. Farið er um kyndilsmessu. Tað er góðveður við sól og lýkku. Hitastigini eru millum 22-25 gradir um dagin.
Veðurlagið er væl øðrvísi enn heima í Føroyum. Tó føðilandið er okkara kæri heimstaður, hóast vit í løtum vitja onnur lond og dvølja við fremmandar strendur.
Kveikjandi og gott er at koma burturfrá tí dagliga. Men best er at koma heimaftur og síggja, at dagurin í tí heimliga hevur ríkt innihald. Úti er gott, heima er best.
Vit eru partur av ferðalagnum hjá Sólorku. Væl er lagt til rættis og skipað fyri av dugnaligum og fryntligum fólkum. Vit kenna okkum trygg og í góðum hondum.
Vit halda til í miðbýnum í Playa del Ingles á suðurstrondini á Gran Canaria. Ávísar dagar verða spennandi og kunnandi útferðir gjørdar. Hósdagin 5. februar 2026 vitjaðu vit útróðrarbygdina Puerto de Mogán.
Henda dagin sóu vit nakað, ið mong okkara ongantíð áður høvdu sæð ella hoyrt um. Tað tyktist okkum ókent og sigandi alt um somu tíð.
Nærhendis havnarlagnum var nýliga gjørd ein standmynd av einum manni, ið ikki stóð ovarlaga á tí sosiala stiganum. Ei heldur var hann kendur fyri høgan bókligan lærdóm ella vinnulig nýbrot.
Søgan er hugtakandi, og standmyndin lýsir ein góðsligan mann. Yvirbragdið var friðsælt. Andlitið lýsti av blídni og mildni. Tað var nakað vinarligt yvir teim smáu foyrunum í andlitinum. Við síni vinstru hond signaði hann fólkið, ið kom framvið.
Á standmyndini sást maðurin aftanfyri ein vogn, ið stóð á tveimum hjólum. Vognurin var millum annað nýttur sum flutningstól til smærri fiskakassar, tá ið hann hjálpti útróðrarmonnum ella fólki á staðnum.
Fiskurin var hegnisliga lagdur í ein kassa, og arbeiðið var væl frágingið. Tann avmyndaði maðurin var til arbeiðis ella virkin í sínum dagligu gerningi.
Tað sjáldsama og hugtakandi var, at standmyndin vísti og var til minnis um ein mann, sum lítillátin útinti sín gerning við hjálpsemi og smærri tænastum.
Mangan verða standmyndir reistar til heiðurs fyri kend fólk, ið hava útmerkað seg á serligan hátt við atliti at dugnaskapi og brøgdum. Vit fagna teimum stóru og mætu innan vinnulív, mentan og politikk. Tað er hóskiligt og virðiligt, at so er. Hvørt ættarlið hevur tørv á hugsjónarfólkum, ið ganga undan og vísa vegin.
Men standmyndin í Puerto de Mogán segði eina aðra søgu. Ein lítillátin maður við lítlum máli av vitsku fekk sýndan heiður fyri sín týðandi gerning, eftir at hann var farin foldum frá.
Sigast má av sonnum, at tað er eitt heiðurlig lívsverk at skapa trivnað millum fólk og økja um gleðina hjá øðrum.
Pedro Jesús Jiménez Rivero var væl kendur í heimstaði sínum Playa de Mogán. Hann var føddur í 1964 og gjørdist ein kend býarmynd.
Pedro var kendur fyri sítt góða hjartalag, sítt hjálpsemi og sína tiltalandi og heitu persónsmensku. Sum vaksins sást hann fara runt í bygdini við sínum vogni, ið var lastaður við fiskakassum. Hetta gjørdist sum frá leið ímyndin av Pedro.
Hann hjálpti eisini fólki við fyrifallandi arbeiði og smávegis tænastum. Hann gekk til handils fyri fólk, beindi burturkast burtur ella var boðberi. Við sínum gerningini og vinarliga hjálpsemi varð hann høgt elskaður og virdur millum bygdarfólkið.
Í januar 2024 doyði Pedro Jesús Jiménez Rivero. Tað staðbundna samfelagið syrgdi mannin, ið av sonnum varð teirra býarmynd og samleikatekin.
Fólkið í býnum syrgdi sáran deyða hansara. Kommunan í Mogán avgjørdi at seta eina standmynd av honum nærhendis havnarlagnum til tess at æra minni hansara.
Pedro Jesús Jiménez Rivero verður mintur sum eitt gott fólk, ein fulltikin og hjálpsamur maður, sum fekk vinaløgini í grannalagnum at trívast. Hann gjørdist ímyndin og fyrimyndin hjá býnum ikki vegna síni stórslignu avrik, men fyri eitt sterkt og kensluborið lívsverk í kærleika til síni medmenniskju og nærumhvørvið.
Skrivligar keldur lýsa Pedro sum ein lutfalsliga menningartarnan mann, sum hevði stóra ávirkan á huglagið í býnum.
Okkum hóvaði standmyndina, og søgan um Pedro ger hjørtuni heit. Ikki einans máttmikil fólk hava ávirkan á lívið og trivnaðin og skapa úrslit. Eisini tey smáu og minnu mentu í samfelagnum leggja eitt klípi til vælveru fólksins.
Ein standmynd av einum menningartarnaðum manni. Henda sjónin kemur at standa sjónsk í huga okkara, eisini tá ið fótur aftur stígur á føroyska jørð.
Tað er torført at siga, hvør hevur størsta týdningin okkara millum. Enn torførari er at vísa á tað menniskjað okkara millum, ið hevur minstan týdning.
Mær tykir, at felagsskapurin hevur stóran týdning. Møguliga tann allar størsta týdningin.
Jesus Kristus kom til jarðar og var í síni samtíð tænari fólksins, ja hann kom fyri at tæna. Amen.
Orðið: «Tann, ið er størstur av tykkum, skal vera tænari tykkara.» (Matteus 23,11).
Jógvan Fríðriksson,
biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



