Forsætisráðharrin í Bretlandi, Keir Starmer, sigur, at hann er «fed up» av Donald Trump og samanber hann við Vladimir Putin.
- Eg harmist um, at familjur og fyritøkur kring landið merkja, at teirra orkurokningar fara upp og niður sum úrslit av gerðum hjá Trump ella Putin, sigur Starmer við bretsku sjónvarpsrásina ITV, sambært blaðnum The Telegraph.
Starmer er fríggjadagin í Miðeystri fyri at tosa við londini kring Persaflógvan um, hvussu Bretland kann stuðla vápnahvíldini millum USA/Ísrael og Iran, og hvussu ein varandi opning av Hormuzsundinum kann tryggjast, skrivar VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



