Føroya Styrkisamband: Átta ungir styrkilyftarar fara kl. 13:00 í dag at royna síni styrkikynstur, tá ið steypakapping verður í Burn Klassik í Berjabrekku.
Í styrkilyfting verður kappast í trimum greinum: Squat, benchpress og deadlift. Á føroyskum beinbend, bonkpress og rættstøðulyft.
Íðkarin hevur tríggjar royndir í hvørjari grein, og besta góðkenda lyftið í hvørjari grein verður lagt saman til eitt samlað úrslit.
Til kappingina, sum Burn Athletics skipar fyri, kunnu íðkararnir økja sínar kappingarroyndir og betra síni persónligu og føroysku met.
Føroya Styrkisamband gleðir seg til spennandi kapping við sterkari uppstilling, og øll eru hjartaliga vælkomin at leggja leiðina framvið Burn Klassik at síggja spennandi kapping.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



