Hagstovan: Tórshavnar kommuna átti um 45 prosent av starvsfólkavøkstrinum, tá samanborið er við sama mánað í fjør.
Harumframt er talið av starvsfólkum serliga vaksið í Klaksvíkar kommunu, Eysturkommunu og Runavíkar kommunu.
Lutfalsliga var vøksturin tó størstur í Hovs kommunu við 25 prosentum.
Samanborið við sama mánað árið fyri, er starvsfólkatalið minkað í níggju av teimum 29 kommunum — mest í Kvívíkar kommunu.
Starvsfólkatalið vaksið tvørtur um landið
Býtt á tey sjey økini, sæst at starvsfólkatalið er vaksið í seks av hesum, tá samanborið er við sama mánað í fjør. Tað einasta øki, sum ikki hevði vøkstur, var Norðstreymoyar øki, har talið er óbroytt.
Lutfalsliga var vøksturin størstur í Eysturoyar øki við 2,4 prosentum. Í tali vóru tó flest løgd aftur at Suðurstreymoyar øki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



