Fjarskiftiseftirlitið: Í gjár skrivaði nettrygdarfyritøkan SOCRadar um eitt ígongdverandi álop á firewall og VPN-gateway frá Fortinet.
Teldusníkarnir høvdu gjørt ein feil, sum førdi við sær, at serfrøðingar frá SOCRadar fingu atgongd til ein ambætara, sum varð brúktur til at fremja álopið.
Á hesum ambætaranum funnu serfrøðingarnir upplýsingar um teir stovnar og fyritøkur, sum vóru rakt av álopinum saman við innritanarupplýsingum hjá hesum stovnum og fyritøkum.
SOCRadar skrivar víðari, at um tínir upplýsingar eru at finna í dátunum á hesum ambætaranum, skalt tú ganga út frá, at teldusníkarnir hava fingið atgongd til títt netverk.
Fyritøkan Hudson Rock hevur givið út eitt amboð, har tú kanst kanna, um tín stovnur er raktur av álopinum.
Amboðið finst á hesi leinkju:
https://www.hudsonrock.com/fortinet
Um títt økisnavn er at finna í dátunum, er umráðandi, at tú skjótast gjørligt setur í verk tiltøk at tryggja títt netverk, og at tú kannar, hvat teldusníkarnir hava gjørt á netverkinum.
Les meir um álopið her:
SOCRadar: https://socradar.io/blog/fortibleed-fortinet-firewalls-compromised/
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



