Hjá Fróða: Nú handilsvirksemið Hjá Fróða við Hoyvíksveg 63 er víðkað munandi við fleiri nýggjum og spennandi handlum, verður eitt stórt og ókeypis familjutiltak leygardagin 23. mai frá kl. 09.00, har øll er vælkomin.
Síðsta árið hevur verið arbeitt miðvíst at víðkað og betrað munandi um vøruúrvalið og keypsmøguleikar hjá okkara viðskiftafólkum, sum vitja nýggja handilsbygningin Hjá Fróða.
Handlarnir, sum nú eru komnir undir somu lon við Hoyvíksveg 63 eru hesir:
Hjá Fróða er føroya størsti málingahandil, sum umframt máling, eisini hevur eitt stórt úrval av gólvum, gardinum og persiennum, umframt tilhoyrandi vørur og útgerð.
Rok er ein risa nethandil við góðum prísum og alskyns kendum merkjum, har tú lættliga og høgliga kannst bíleggja vørurnar á netinum og fáa vøruna útflýggjaða hjá Rok.
Myndlist hevur eitt spennandi gallarí, rammuverkstað, prentverkstað umframt eitt fjølbroytt úrval av góðsku listavørum.
Rúma er veitari av innbúgvi til føroysku vinnuna, skrivstovur, móttøkur, kantinur, skúlar, fundarhøli v.m.
Skousen er kendur veitari í Føroyum av dygdargóðum hvítvørum, køksútgerð v.m.
Nettoline er kendur veitari av køkum, skápsloysnum, bæðirúmsmøblum v.m.
Allir hesir handlar, sum nú eru undir somu lon, og okkara fyrikomandi starvfólk, eru klár at veita tykkum ta somu dygdargóðu kundatænastu, sum hevur eykent handilin Hjá Fróða síðstu 30 árini.
Starvsfólk og leiðsla gleða seg at bjóða tykkum øllum vælkomin til stóra ókeypis familjutiltakið leygardagin við hoppiborg, pylsuvogni og skattaveiðu til børnini.
Jens Marni Hansen kemur frá kl. 13.00 at syngja fleiri av sínum vælkendu sangum.
Og ikki at gloyma frálíku tilboðini. Tey verða nógv og sera góð leygardagin, sum tit annars eisini kunnu síggja á heimasíðuni hjá Fróða, www.hjafroda.fo og hjá www.rok.fo, www.ruma.fo, www.myndlist.fo, www.skousen.fo, umframt á Facebook síðunum hjá handlunum.
Vit gleða okkum at síggja tykkum øll, vinir og kenningar, barnafamiljur, ung sum eldri, til ein frálíka góðan og hugnaligan leygardag við Hoyvíksveg 63.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



