Eg havi onki ímóti Várharra. Men eg ræðist hansara fjepparar
- Woody Allen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg havi onki ímóti Várharra. Men eg ræðist hansara fjepparar
- Woody Allen
Onnur tíðindi

Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy: Nýggj framtíðarætlan hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy bleiv í gjárkvøldið løgd alment fram í Miðnámsskúlanum í Hovi.

Ætlanin, BHS2035, er grundarlagið fyri menningini av Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy (BHS) fram ímóti 2035.

Á leið 140 møttu til tiltakið, og áhugin fyri nýggju ætlanini var stórur.

Arni D. Brattaberg, limur í stýrinum fyri BHS, bjóðaði vælkomin, og síðan løgdu arbeiðsbólkurin og Heri Norðberg, stjóri fyri BHS, fram og greiddu frá arbeiðinum og innihaldinum í BHS2035.

Víst bleiv á, at endamálið við ætlanini er at tryggja eina haldføra, góða og virðiliga eldratænastu, har brúkarar og búfólk eru í miðdeplinum. At enda vórðu fleiri spurningar settir og svaraðir, og eisini komu fleiri viðmerkingar úr salinum.

Ætlanin inniheldur eina høvuðsvisión, virði, missión og sjey átaksøki við fjølbroyttum átøkum.

Visiónin fyri BHS2035 er henda:
Saman skapa okur eitt virkið og innihaldsríkt eldralív, har tryggleiki, umsorgan og trivnaður ganga hond í hond.

Ætlanin er gjørd við íkasti og ávirkan frá brúkarum, starvsfólkum, avvarðandi og øðrum áhugapørtum. 

Í arbeiðsbólkinum vóru: Rúni Rasmussen, verkætlanarleiðari, Una Johanna Nolsøe, Elin Kristina S. Viðoy og Bára Krosslá Mortensen.

Framtíðarætlanin er tøk her.

Stytta útgávan er tøk her.

Her eru fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #