Stigtakararnir: Øll við áhuga fyri vinnulívinum í Suðuroy eru hjartaliga vælkomin til stovnandi fund fyri Suðuroyar Vinnulívsfelag týskvøldið 30. Juni, kl. 19.00 í Miðnámsskúlanum í Hovi.
Endamálið við fundinum er at stovna eitt felag, sum kann arbeiða fyri at styrkja og menna vinnulívið í Suðuroy, umboða felags áhugamál og skapa betri samstarv millum vinnurekandi, fyritøkur og aðrar viðkomandi partar.
Á skránni verður m.a.:
-
Stigtakararnir greiða frá ætlanini við felagnum
-
Viðgerð og samtykt av viðtøkum
-
Val av nevnd
-
Umrøða av átøkum, sum felagið skal taka sær av út árið.
-
Ymiskt
Vit vóna at nógv vinnurekandi, og umboð fyri fyritøkur, møta upp til fundin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



