Innsent: Ingibjørg Hansen er úti við sínum fyrsta staklagi, sum ber heitið ‘’Suffer in Silence’’.
Sangurin er nú tøkur á stroymingtænastum sum Spotify, Apple Music, Youtube o.s.fr.
Ingibjørg hevur sjálv skrivað orð og lag til sangin, og Hans Poulsen hevur lagt tónleikin til rættis.
‘’Suffer in Silence’’ er sangur, ið lýsir støðuna hjá kvinnu, ið er vorðin kensluliga drigin at manni, ið hon veit, ikki verður sín. Í leitanini úr støðuni valdar stríð millum kenslur og skil, og kvinnan líður í tøgn. At enda lítur kvinnan afturá og hevur lært at viðurkenna støðuna, sum hon er.
Huglagið í yrkingini hoyrist aftur í sanginum og tónleikinum, sum spenna víða frá tí stilla og milda til tað meiri villa og dramatiska. Bæði klassisk og rytmisk ljóðføri skapa ljóðmyndina og sjangran er pop opera.
Til ber at hoyra nýggja staklagið við at trýsta á leinkið: https://youtu.be/dFwH0zrUzjU
Suffer in Silence
Orð og lag: Ingibjørg Hansen
Deep inside my soul a feeling of desire.
In my heart a singing choir.
Everytime when he looks into my eyes,
Oh, I see a man so wise.
I get dazzled by his beauty, deceived by his gaze.
I’m going astray in a maze.
Every path is a struggle in the depths of despair.
I try to find my way out of here.
And I suffer in silence.
I do suffer in silence.
Sometimes I tell my heart to see reason,
to open and let a fresh breeze in.
But when I meet this man, my heart refuses to listen.
It skips a beat, and my eyes glisten.
And I suffer in silence.
I do suffer in silence.
I do suffer in silence.
Suffer in silence.
I now remember a man who passed my way.
He was never meant to stay.
Avrikslisti
Orð og lag: Ingibjørg Hansen.
Lagt tónleikin til rættis: Hans Poulsen.
Upptikið er í IntroVers Studio, Runavík.
Strúkarar eru tiknir upp í FAME’S Skopje Studio, Norðurmakedonia.
Framleiðsla, ljóðbland og frumband: Hans Poulsen/IntroVers Studio.
Tónleikarar:
Ingibjørg Hansen: sangur.
Hans Poulsen: Klaver, gittar, trummur: synth.
FAME’S Skopje Studio Orchestra: streingir.
Útgevari: TUTL
Útgávuár: 2026
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



