Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
Politikkur

Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-123/2025, frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni, settur Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni, um Kringvarp Føroya

Fyrispurningurin er soljóðandi: 
1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at fremja broytingar í Kringvarpi Føroya?

2. Kennir landsstýrismaðurin seg tryggan og nøgdan við tíðindaflutning Kringvarpsins?

3. Metir landsstýrismaðurin, at núverandi gjaldsháttur av kringvarpsgjaldi er nøktandi?

4. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at lata avgerðina um at gjalda ella ikki gjalda kringvarpsgjald upp til einstaka borgaran?

5. Kundi hugsast, at landsstýrismaðurin tekur undir við setan av einari nevnd við teirri uppgávu at hava eftirlit við og vera ráðgevandi hjá Kringvarpinum?

Svar 
Til 1:
Spurningurin er breitt orðaður. Tað er altíð viðkomandi at viðgera, um almennir stovnar eru skipaðir á besta hátt - serliga stovnar, sum hava eina sterka serstøðu í samfelagnum sum áskoðanarmyndarar, og sum og verða fíggjaðir við lógarásettum gjøldum.

Kringvarp Føroya eigur tí, eins og aðrir almennir stovnar, at kunna eftirmetast og tillagast, tá ið tørvur er á tí.

Landsstýrið hevur tó ikki viðgjørt nakrar ítøkiligar ætlanir um broytingar í Kringvarpi Føroya.

Til 2: Kringvarpið hevur eina serliga sterka støðu í føroyska samfelagnum, og tað er fíggjað við einum lógarásettum kringvarpsgjaldi. Tí er tað eisini rímiligt, at borgarin kann seta høg krøv til javnvág, sakligheit og óheftni í tíðindaflutninginum.

Sum heild havi eg álit á, at Kringvarp Føroya røkir sína uppgávu. Men tað merkir tó ikki, at tíðindaflutningurin hjá Kringvarpinum ikki kann verða evni fyri kjaki ella kritikki. Og til tíðir haldi eg, at kritikkurin hevur verið grundaður.  

Politiska skipanin skal og má tó undir ongum umstøðum stýra tíðindaflutninginum, men Kringvarpið má, eins og aðrir stovnar við stórari samfelagsávirkan, tola eitt opið orðaskifti og kritiskar røddir.

Til 3: Tað eru ymisk sjónarmið um kringvarpsgjaldið. Eg skilji væl, at summi seta spurning við eina skipan, har øll eru kravd at gjalda til ein ávísan miðil.

Hinvegin hevur landsstýrið ikki viðgjørt ítøkiligar broytingar av kringvarpsgjaldinum. Tá ið tað er sagt, hevur Kringvarpið eina Public Service-skyldu, sum privatu miðlarnir ikki hava á sama hátt sambært lóg og sáttmála, eins og Kringvarpið fevnir um útvarp, sjónvarp og netvarp, sum eru kostnaðarmiklir pallar at reka - og harumframt hevur Kringvarpið skyldu til at taka lut í almennum tilbúgvingarskipanum. Alt hetta krevur støðugar inntøkukeldur.  

Til 4: Landsstýrið hevur ikki viðgjørt nakra slíka broyting, og einki um Kringvarpið stendur nevnt í samgonguskjalinum, so tískil liggur hetta ikki í kortunum.

Til 5: Nei. Eg haldi tað vera sunt, at stovnar við stórari ávirkan og almennari fígging hava gjøgnumskygni og samband við samfelagið rundan um seg.

Samstundis má eg gera púra greitt, at politiska skipanin ikki eigur at leggja seg út í redaktionellar avgerðir hjá einum miðli. Landsstýrið hevur heldur ikki viðgjørt nakað ítøkiligt uppskot um eina slíka nevnd, sum skal ráðgeva og hava eftirlit við Kringvarpinum. 

Mentamálaráðið 
Bárður á Lakjuni 
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #