Øll hava samhuga við tí veika, men øvunda tí sterka
- Arnold Swartzenegger

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Øll hava samhuga við tí veika, men øvunda tí sterka
- Arnold Swartzenegger
Politikkur

Limirnir í Mentanarnevndini í Norðurlandaráðnum á vitjan í Skagen, har summarfundur varð hildin

Limirnir í Mentanarnevndini í Norðurlandaráðnum á vitjan í Skagen, har summarfundur varð hildin

Limirnir í Mentanarnevndini í Norðurlandaráðnum á vitjan í Skagen, har summarfundur varð hildin

Løgtingið: Á hvørjum ári hava ymsu nevndirnar og formansskapurin í Norðurlandaráðnum summarfund ymsastaðni í Norðurlondum. 

Formansskapurin, sum Sunnvá Dahl Høgfeldt er limur í, skuldi hava summarfund í Nuuk. Men orsaka ringum veðri í Grønlandi varð hetta av ongum, og fundurin varð í staðin hildin talgilt úr Føroyum. 

Udvalget for Kundskab og Kultur i Norden (Mentanarnevndin), sum Bjørg Brynhildardóttir Egholm er limur í, hevði sín summarfund í Skagen. Sum vant vóru ymsar vitjanir á skrá til hendan summarfundin. Hesa ferð vitjaði Mentanarnevndin millum annað á Skagens Museum, á MARTEC, sum er ein av fremstu maritimu útbúgvingarstovnunum í Norðurlondum, og á Tolne Efterskole, sum er eftirskúli fyri ung við serligum tørvi. 

Eitt av stóru málunum á skrá hesa ferð, bæði hjá formansskapinum og Mentanarnevndini, var nýggja ætlanin fyri samfelagstrygd, sum Norðurlandaráðið væntandi skal samtykkja í seinni í ár. Eisini varð, sum vant, fíggjarætlanin hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum viðgjørd. 

Næsti fundur í Norðurlandaráðnum verður í Íslandi 14. - 15. septembur. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #