Ansa eftir hvat tú ynskir tær. Kanska tú fært tað!
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ansa eftir hvat tú ynskir tær. Kanska tú fært tað!
- enskt orðatak
Politikkur

Uttanríkis- og Fiskimálaráðið: Seinnapartin í dag skipaði Sendistova Føroya í Keypmannahavn fyri summarmóttøku fyri innbodnum gestum. Millum tey innbodnu vóru umboð fyri sendistovur í Keypmannahavn, danska forsætismálaráðið, uttanríkismálaráðið, verjumálaráðið, Fólkatingið, umframt onnur embætisfólk og samstarvsfelagar.

Eftir at sendimaðurin, Gunnar Holm-Jacobsen, hevði bjóðað vælkomin, helt landsstýrismaðurin, Bárður á Steig Nielsen, røðu, har hann legði dent á týdningin av samanhaldi og samstarvi í hesum óstøðugu tíðum.

Eftir røðuna hevði Beinir Troest eina sangframførslu.

Tiltakið var eitt gott høvi hjá landsstýrismanninum at hitta og heilsa uppá teir gott hálvtannað hundrað gestirnar, ið samanlagt umboðaðu umleið 60 lond.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #