Tórshavnar kommuna: Mánakvøldið 22. juni klokkan 21 verður árliga tiltakið Summarsólstøða í Sandagerði, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri.
Ester Skála syngur og spælir, meðan fólk savnast. Síðan verður felagssangur, røða og bál. Skótarnir bjóða kaffi, bollar og kaku.
Røðuna heldur Jensia Brodersen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



