Hitti Elsu í Skorini (áður Absalonsen) í miðbýnum í Havn. Vit gingu í flokki saman í Klaksvíkar skúla. Segði, at stuttligt hevði verið at skriva nøkur orð, nú 60 ár eru liðin, síðan vit tóku realprógv og fóru uttanlandsferð. Samstundis mátti viðgangast, at nøvn og hendingar kámast í minninum.
Elsa lá ikki á boðunum, men bjóðaði straks klaksvíkingum í høvuðsstaðnum, Magnusi Isaksen, Edvardi Olsen og Óla Olsen, niðan í Hanusargøtu í Havn.
Blíðskapurin var í hæddini í friðsæla umhvørvinum, og vit settust við vælbúgvið borð. Nógv var hent okkum hesi árini, og nógv var at fortelja.
Eftir borðhaldið fóru Elsa og Óli at fáa til høldar nøvnini á teimum, sum við vóru á ferðini. Hetta gekk upp á stás. So kom Elsa, ið er so skilagóð, við dagbókini, og nú var lagamanni at skriva niður stikkorð frá minniliga túrinum í Danmark, Týsklandi og Eysturríki.
Síðani øll aftur at práta, men nú mest um tað, sum livir og rørist í degnum. Dagurin fór, og kvøldið kom, áðrenn vit fingu upp í lag at takka fyri okkum og fara á dyr.
Ferðalagið
Sámal Júst Dahl, lærari, og kona hansara, Astrid, vóru leiðarar okkara. Uppgávuna greiddu tey fyrimyndarliga, og vit veita teimum bestu tøkk.
Genturnar: Elsa Absalonsen, Karin Andreasen, Sigga Husgaard, Myrna Magnussen, Friðgerð Mikkelsen, Hergerð Mortensen, Emma Petersen og Jana Ziska.
Dreingirnir: Agnar á Dul, Magnus Isaksen, Eliesar Joensen, Edvard Olsen, Óli Olsen, Petur Hans Poulsen og Jóannes Skorheim.
Karin Andreasen (seinni í Mittúni) og Agnar á Dul eru ikki okkara millum longur. Karin doyði fyri nøkrum árum síðani, og Agnar varð borin til hvíldar langafríggjadag í ár. Friður veri við minnum teirra.
Uttanlandsferðin
2. juli 1966 upprann stóri dagurin, tá ið vit løgdu til brots. Við ferðamannaskipinum, Kronprins Olav, hjá DFDS stevndu vit út um landoddarnar við kós móti Keypmannahavn. Alt gekk til vildar, og vit komu til danska høvuðsstaðin tveir dagar seinni, 4. juli.
Leiðin lá nú niðan til høvuðsjarnbreytarstøðina at fara við toki til Kørsør. Hetta var fyrstu ferð, meginparturin steig fótin á fremmanda jørð, og lotið kendist væl heitari, enn vit vóru von við. Tok høvdu vit hoyrt um, men av góðum grundum ikki roynt.
Nakrar tímar seinni komu vit til Fredericia, har bussurin, ið skuldi koyra okkum suður gjøgnum Vesturtýskland, bíðaði. Koyrdu síðani til Kollum skamt norðan fyri týska markið, har ið vit gistu á vallaraheimi.
Gongdin var í so máta mest tann sama: móti kvøldi leitaðu vit okkum á vallaraheim, har vit fingu nátturða, gistu, og so morgunmat dagin eftir.
5. juli lá leiðin suður um markið. Koyrdu dagin á tamb og komu til týska býin Kassel. Dagin eftir varð koyrt til Rothenburg og 7. juli til Innsbruck í Eysturríki. Haðani lá leiðin til St. Johann og síðani Salzburg, har vit vóru til 10. juli.
Saltminan er tað, sum serliga situr eftir í minninum frá døgunum í Eysturríki. Á serstøkum vogni varð farið inn í fjallið. At byrja við var trongligt, men so opnaðist annar heimur við saltsjógvi djúpt undir jørð.
Áðrenn vit fara norðuryvir aftur, nevna vit, at bussførarin, Erling, hevði konu sína, Evu, við – í hvussu er part av túrinum. Tey vóru nýliga gift, og hetta var, sum skilst, samstundis brúdleypsferð teirra. Ein dagin vóru tvær teskeiðir á undirkoppi Evu, og onkur segði, at tvíburðar vóru í væntu.
Komin til Týsklands aftur, var München fyrsti býur, vit vitjaðu, Schweinfurt annar og Hannover triði. Hamburg (14. juli) var síðsti býur, vit vitjaðu í Týsklandi.
Men áðrenn vit sleppa Týsklandi, er lítil, fitt hending at nevna. Nakrir okkara fóru at keypa pylsur. Tær smakkaðu væl, og í pylsuvogninum stóð ung, fryntlig dama. Tá ið Óli aðru ella triðju ferð nærkaðist lúkuni, letur í henni: ”Noch einmal?” – enn einaferð? Nógvur látur hoyrdist aftanfyri.
15. juli komu vit til Danmarkar aftur. Vitjaðu Ribe sama dag og Silkeborg dagin eftir. Har róðu vit dreingir kano. Vitjaðu síðani lítla býin, Rebild, ið er kendur fyri hátíðarhald sítt 4. juli (amerikanska tjóðardagin), tá ið nógvir dansk-amerikanarar vitja.
18. juli átti Løkken tørn. Baðibýurin liggur á vesturstrond Norðurjútlands. Haðani varð farið til Fuglsø og dagin eftir Aarhus (20 juli), har vit eitt nú vitjaðu ”Den gamle by.” Bussferðin endað, og vit fóru til Keypmannahavnar við toki.
Dagarnar frá 21. til 27. juli búðu flestu okkara hjá Sáru, systur Agnars, og manninum. Ein dagin fóru vit til Helsingborg í Svøríki við sonevndum flúgvibáti. Ferðin tvørtur um Oyrarsund tók 45 minuttir.
Við jarðarferðina hjá Agnari fekk undirritaði høvi at heilsa upp á Sáru og takka fyri at hava havt okkum búgvandi og soleiðis ríka okkum ferðina.
Tann 27. juli stevndii so Kronprins Olav úr Keypmannahavn við okkum umborð. Ólavsøkudag, 29. juli, vóru vit aftur í Føroyum, og ein minniligur túrur var at enda komin.
Høgrumegin Agnar á Dul, sáli, og Óli Olsen eina friðsæla løtu í Týsklandi fyri seksti árum síðani. Tað vit vita, er eingin felagsmynd tikin á ferðini.
Óli Olsen skrivar um siðsøgu á VP
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



