Eg eri øvundsjúkur inn á kettuna hjá mær sum altíð er í løtuni, meðan eg, sum tey flestu, oftast eri í fortíðini ella framtíðini. Men eg royni at læra av henni
- Edward Fuglø

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg eri øvundsjúkur inn á kettuna hjá mær sum altíð er í løtuni, meðan eg, sum tey flestu, oftast eri í fortíðini ella framtíðini. Men eg royni at læra av henni
- Edward Fuglø
Lesarin skrivar

Yvirlit frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum vísir, at seinastu 20 árini eru 15 føroyingar deyðir av arbeiðsvanlukku.

Av hesum vóru 14 menn.

Annað kynið stendur sostatt fyri stívliga 93 prosentum av deyðsføllum, elvd av arbeiðsvanlukku.

Í grein 1 stykki 2 í javnstøðulógini stendur, at veitast skal kvinnum og monnum eins møguleikar til útbúgving, arbeiði, yrkisliga og mentanarliga menning.

Í grein 3 stendur harafturat, at mismunur er bannaður í sambandi við arbeiðsumstøður.

Hesar lógarávísingar eru viðkomandi í sambandi við munandi ójavna millum kynini, tá ið tað snýr seg um trygd á arbeiðsplássum.

Hvat gera javnstøðunevnd og onnur fyri at verja menn móti hesum ójavna?

Høgni Mohr

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #