Svar upp á fyrispurning eftir § 52a í tingskipanini um endometriosu, frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu.
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1) Ætlar landsstýriskvinnan at seta í gongd gransking og at innsavna vitan um kvinnusjúkur í Føroyum, í minsta lagi um endometriosu, ella ein sokallaðan depil fyri kvinnusjúkur?
2) Hevði tað verið ein gongd leið at sett eina ph.d.-verkætlan at granska í endometriosu ímillum kvinnur í Føroyum? Um ja, hvat er ein realistisk kostnaðarmeting av eini tílíkari gransking?
3) Í hvønn mun er primeri geirin í dag samskipaður og virkin til aktivt at veita gentum og ungum kvinnum kunning, ráðgeving og skjóta hjálp í mun til endometriosu? Kundi hetta verið ment?
Svar:
Til spurning 1
Landsstýriskvinnan metir, tað verða sera umráðandi, at vit fáa gjørt meira við gransking í
kvinnuheilsu her á landi, og hevur áður havt hetta frammi í ymiskum høpi. Heilsugranskingin er í dag savnað í eini Heilsugranskingareind, sum varð sett á stovn í Sjúkrahúsverkinum í 2023. Heilsugransking er uppraðfest við serligari játtan til hesa eindina. Í 2024 varð samstarvsavtala millum Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetur Føroya gjørd, við endamálinum at menna heilsuvísindaliga gransking og útbúgving í Føroyum. Landsstýriskvinnan setti eisini arbeiðið í verk at menna Sjúkrahúsverkið til eitt universitetssjúkrahús, og við at samtykkja eina broyting í sjúkrahúslógini í 2025, hevur Løgtingið tikið undir við, at eitt universitetssjúkrahús skal mennast í Føroyum.
Landsstýriskvinnan fer ikki at seta ávísar granskingarverkætlanir í gongd, men vil stuðla
granskingareindini í Sjúkrahúsverkinum. Í framtíðini eigur nakað av játtanini at verða markað til
gransking i kvinnuheilsu, men tað eigur at verða eldhugurin og áhugin hjá granskarunum, sum er
stýrandi fyri hvørjum serøkjum granskað verður í. Gransking í kvinnuheilsu liggur náttúrliga hjá
Heilsugranskingareindini. Tá ið ein tílík eind er sett á stovn, metir landsstýriskvinnan, at tað er
altumráðandi, at vit styrkja og menna hesa eind og ikki gera aðrar granskingardeplar við síðuna av.
Tað er tí ikki ætlanin at gera serligan depil fyri gransking í kvinnuheilsu. Tað kundi verið ein nærliggjandi møguleiki, at tað varð gjørd ein serlig samstarvsavtala millum Heilsugranskingareindina og “Center for kvinders sundhed”, sum tað júst er gjørt av at seta á stovn í Danmark. Hesum vil landsstýriskvinnan virka fyri, so vit kunnu styrkja gransking í kvinnuheilsu.
Til spurning 2
Ein av uppgávunum hjá Heilsugranskingareindini er at fáa í lag PhD verkætlanir, og áhugi er millum granskarar at granska í kvinnuheilsu og kvinnusjúkum. Eitt av hesum evnum kundi avgjørt verið endumetriosa, og vit kunnu eggja til, at tað verður gjørt.
Ein realistisk kostnaðarmeting av eini tílíkari PhD verkætlan, sum tekur 3 ár, hevði sambært Sjúkrahúsverkinum verið umleið 2,1 mió. kr. tilsamans, umframt ávísar útreiðslur til at útinna verkætlanina. Hesar útreiðslur kunnu verða sera ymiskar, alt eftir hvør verkætlanin er.
Til spurning 3
Kommunulæknarnir viðgera kvinnur, har illgruni er um endometriosu. Um illgrunin snýr seg um milda endometriosu, so kann kommunulæknin taka sær av viðgerðini. Viðgerðin er kunning um tilstandin, ráðgeving í mun til framtíðar graviditet, pínustillandi og í flestu førum hormon viðgerð.
Er talan um eina pínustøðu, har tað vísir seg, at viðgerðin ikki hevur nøktandi ávirkan, vísir kommunulæknin til viðgerð hjá gynækologi í Sjúkrahúsverkinum.
Tað verður áhaldandi arbeitt við at samskipa og betra tænastuna í primera geiranum, m.a. í nærumhvørvinum. Tað fyriliggja í løtuni ongar ætlanir um at seta eitt serligt arbeiði í verk, sum skal samskipa geiran ítøkiliga til at veita hjálp í mun til endometriosu.
Almanna- og heilsumálaráðið, 13. februar 2026
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



