Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen
Tiltøk

Mentanargrunnur Landsins: Mentanargrunnur Landsins bjóðar til kunningarfund um stuðul til film mikudagin 15. apríl kl. 17.00
í Filmshúsinum.

Greitt verður frá, hvussu Mentanargrunnurin umsitur stuðulin, hvat leikluturin hjá faknevndini er, og hvussu umsøkjarar kunnu gera eina góða filmsumsókn.

Føroyskur filmur hevur gjørt stór framstig seinastu árini. Ein stór menning er farin fram, fleiri nýggjar filmsframleiðslur verða vístar á stórum festivalum og alsamt fleiri føroysk filmsverk fáa altjóða viðurkenning.

Eisini eru týdningarmikil stig tikin fyri at styrkja filmslistina og tryggja, at føroyskur filmur fær enn betri karmar at virka undir og vaksa í.

Filmsstuðulin er fluttur til Mentanargrunn Landsins at umsita fyri at tryggja armslongd í viðgerðiniav filmsstuðlinum, og í ár er játtanin til filmsstuðul hækkað úr 4,6 mió. kr. upp í 6,6 mió. kr., ið vísir eina greiða politiska raðfesting av føroyskum filmi.

Vilt tú vita meira um stuðul til film og fáa holla ráðgeving, hvussu tú gert eina góða filmsumsókn, soset kross í kalendaran mikudagin 15. apríl kl. 17.00. Tiltakið verður í Filmshúsinum, Vestara Bryggja 15, 3. hædd.

Skrá:
• Vælkomin og kunning um stuðul til film v/ Hedvig Westerlund-Kapnas, forfólk í Mentanargrunninum

• Faknevndin fyri film v/ Marjun Niclasen, faknevndarlimur

• Tann góða filmsumsóknin v/ Pætur M. Dahl, faknevndarlimur & Birna Jacobsen, starvsfólk

Fyriskipari er: Mentanargrunnur Landsins

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #