Politiið mátti hósdagin handtaka ein mann, sum ikki vildi flyta seg, tá teir fóru at spreingja fyri nýggju kirkjuni á Argjum.
Tað skrivar Portalurin.
Maðurin, sum er í tritivuárunum, var á staðnum fyri at mótmæla byggingini, og noktaði eisini at flyta seg tá arbeiðsfólkini søgdu við hann, at nú bleiv sprongt, og hann kundi koma til skaða. Tí bleiv ringt eftir politinum, sum kom á staðið og tá tað heldur ikki eydnaðist teimum at tosa mannin til rættis, varð hann tikin við á støðina eina løtu. Hann fær nú eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar.
Nógv mótmæli hava verið í samband við nýggju kirkjuna á Argjum, sum síðani 2008 hevur verið ætlað at liggja á økinum við Sandá, sum kirkjuráðið keypti grundstykkið til tá. Mótmæli og undirskriftainnsamlingar hava gjørt, at arbeiðið ikki byrjaði fyrr enn í septembur í ár, tá fyrstu fløgini vórðu loyst.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



