Vilt tú tryggja friðin, ver so brynjaður til kríggj
- George Washington

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vilt tú tryggja friðin, ver so brynjaður til kríggj
- George Washington
Innlendis ítróttur

FBF/Bónuskappingin, kvinnur, bólkur 1: KÍF – TB 0-3 (20-25, 31-33, 13-25)

Eftir 3-0 sigur á KÍF liggur TB sera væl fyri at vinna sær pláss í hálvfinalunum í steypakappingini í flogbólti. Skal KÍF gera sær vónir um hálvfinalupláss, krevst allarhelst sigur á nýklakta føroyameistaranum SÍ – um ikki fjórða liðið í bólkinum, Ternan úr næstbestu deildini, ger okkurt púra óvæntað.

TB hótti longu tíðliga í fyrsta setti við at renna frá KÍF, tá gestirnir løgdu seg á odda 6-1, men KÍF kom tó fyri seg og fór eisini framum 17-16, men so svaraði TB aftur og vann 25-20.

Í øðrum setti var KÍF fyri tað mesta á odda; einaferð 21-17, men TB javnaði til 22-22 og fekk eisini settbólt við støðuna 24-23. KÍF javnaði tó til 24-24 og fór eisini framum 25-24. Tað tóktist næstan, sum vildi hvørki liðið vinna, tí hópin av servifeilum vóru á báðum liðum. Tilsaman hevði KÍF fýra settbóltar, og TB hevði fimm, áðrenn settið varð vunnið 33-31.

Við seks stigum á rað í triðja setti fór TB frá 7-7 upp á 13-7, og hetta tóktist vera banahøggið, tí KÍF fekk bara seks stig aftrat, so at TB vann 25-13.

Hjá TB var Anna Arnholdsdóttir toppskorari við 13 stigum, men annars fingu tær flestu javnt nógv stig: Yevheniia Prykhodko (úr Ukraina), Sharon Haynes, Johanna B. Christiansdóttir fingu allar 11, og Karol Dayana Barrios Hernandez (úr Kolumbia) fekk 11.

Hjá KÍF var Ariana G. Pereyra (úr Argentina) fremst við 10 stigum og Elsa Samuelsen fekk 10. Amerikanska Daria Barros var ikki við í dystinum í dag.

Bónuskappingin, menn:
ÍF – Mjølnir 3-0 (25-18, 25-13, 25-16)

Í Fuglafirði smurdi ÍF verandi steypavinnaran Mølnir av 3-0. Uttan at taka nakað frá ÍF, so kann sigast, at Mjølnir vantaði onkrar av sínum bestu spælarum í dag so sum hevaran Thorvald Danielsen og Phil Freere.

Hóast Mjølnir tapti í dag, er hálvfinaluplássið neyvan í vanda, tí fýra av teimum fimm liðunum í kappingini fara víðari til hálvfinalurnar. Hin trý liðini eru Fleyr, Ternan og SÍ. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #