Frá fullum idiotum og amerikonskum ríkmonnum noyðist man ofta at hoyra "tað nýggja sannleiksboðið'.
Tann ovurrríki excentriski milliard-vinmaðurin hjá Trumpi og Eloni Muski, harra Peter Thiel ferðast i hesum døgum i Europa og heldur "fyrilestrar" á ymsum universitetum, sum skoyta um hansara boðskap.
Aðalinnihaldið í hansara tankum er einfalt, men hættisligt.
Hann boðar frá, at verðins endi er heilt nær, hvis vit ikki øgiliga skjótt skifta politiska kós, serliga í Europa.
Hann postulerar, at hann sjálvur i Bíbliuni hevur funnið út av, at "apartheid" er alneyðugt, og demokrati er ein farligur vandi, sum ikki kann sameinast við reelt "frælsi".
Hesin boðskapur harmonerar væl við sjónarmið hjá Muski, og tað er ikki løgið, at hesin "kristiligi" ríkbjølgur er millum nærmastu vinir hjá sjálvum Trumpi.
Hví skal man spilla sina kostbæru tíð uppá demokrati?
Tað "parlamentariska politiska tvætlið" kann bara spilla tíð, fora konservativum apostlum og oyðileggja møguleikar hjá milliarderum fyri at kunna ráða og stýra ta rættu kósina.
Hvis ikki Thiel og hansara ser-kristnu likamenn fáa arbeiðsfrið, er alvorligur vandi fyri alla mannaættina.
Við teir síðstu "fyrilestrarnar" í Cambridge og Paris, mátti Thiel hava politiverju móti "ókristiligum" demonstrantum.
Virgar T. Dalsgaard
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



