Í gjárkvøldið tók garnaskipið Thor botn beint uttanfyri Tinganes, skrivar KVF.
Men ikki leingi aftaná, skrivaði KVF: - Garnaskipið, Thor, er - tíbetur - longu leyst aftur av Tinganesi.
- Tað visti løgreglan at siga fyri lítlari løtu síðan.
- Nú var eisini greitt, at tað var ein tekniskur feilur sum gjørdi, at Thor bar við botn við Tinganesi, og tað hendi við so lítlari ferð, at skipið bleiv ikki ordiliga fast, skrivar KVF.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



