Skúlablaðið: – Tá børn hoyra um kreppuna á TikTok ella í skúlagarðinum, ístaðin fyri frá tær, hava tey brúk fyri, at tú ella onnur vaksin, sum eru um børnini, greiða teimum frá, hvussu alt hongur saman. Børn fanga brot her og har, men teimum tørvar hjálp at skilja samanhangin.
Tað sigur Geir Christian Johannessen, granskari við Universitetið í Agder í Noregi. Hann granskar í, hvussu norska sendingin fyri børn á almenna norska kringvarpinum, Supernytt, miðlar tíðindi til ungu hyggjararnar. Málbólkurin hjá sendingini er børn í aldrinum 8 til 12 ár. Sendingarnar verða ofta brúkar í skúlaverkinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



