Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
Lesarin skrivar

Hergeir Staksberg á Facebook: Eftir meira enn 4 ár í nevndini hjá Starvsfelagnum havi eg valt at fara úr nevndini.

Eg ætlaði ikki at koma nærri inn á orsøkina. Men nú hava fleiri limir dagliga spurt meg um orsøkina, og tá gjøgnumskygni er eitt av grundvirðunum hjá Starvsfelagnum, fari eg at geva eina stutta frágreiðing.

Eg fór ikki, tí eg ikki hevði meira at geva ella var troyttur av arbeiðinum. Eg fór, tí eg ikki longur hevði álit á formanninum. Tað var ikki orsakað av einari einstakari hending, men av einum afturvendandi mynstri yvir longri tíð, sum gjørdi at álitið spakuliga minkaði niður í onki.

Álit er ein grundleggjandi fortreyt fyri nevndararbeiði. Og tá álitið á formannin var vekk, bleiv arbeiðslagið og arbeiðsumhvørvið so mikið vánaligt, at nevndararbeiðið til endans var meira møði enn føði. Tí valdi eg at fara úr nevndini.

Eg vil fegin takka limunum fyri álitið hesi árini, og eg ynski teimum og Starvsfelagnum alt tað besta framyvir. Eisini ynski eg Tanyu Joensen góða eydnu við nevndararbeiðinum.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #