Frá 1. januar 2025 og fram til apríl í ár hevur norska Kystverket skrásett 981 ferðir fram við norsku strondini.
398 av túrunum vóru gjørdir av sanktioneraðum skipum. Hesar túrar vóru gjørdir av 143 ymiskum skipum.
– Hetta merkir, at ein stórur partur av tangaskipaferðsluni fram við norsku strondini nú verður framd av sanktioneraðum skipum, sigur Ståle Sveinungsen, leiðari hjá Kystverkinum í Vardø.
- Tað hevur verið ein vøkstur upp á 175 prosent frá apríl í fjør til apríl í ár í sanktioneraðum skipum fram við norsku strondini. Samstundis er umráðandi at leggja til merkis, at talið á sanktioneraðum skipum yvirhøvur eisini er vaksið, sigur Sveinungsen. Nú eru 631 skip sanktionerað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



